Tveir útlendingar til KÍ

KÍ arbeiðir í hesum døgum við at fáa tveir útlendingar afturat, knýttar afturat Formuladeildarhópinum, og tá teir eru komnir byrjar at líkjast einum sera spennandi hópi

Sambært heimasíðuni hjá lokalblaðnum í Norðoyggjum, Norðlýsið, verður tað arbeitt ítøkiliga fyri at fáa minst tveir spælarar aftrat til KÍ-liðið. Sambært blaðnum er talan um útlendskar leikarar, men einki verður sagt um, hvørjir hesir eru.


Styrkur er ávegis

KÍ hevur longu tryggjað sær Jákup Mikkelsen, Bjarna Jørgensen og Milic Curcic til komandi kappingarár, so venjaraparið Eyðun Klakstein og Trygvi Mortensen hevur eitt sindur av fólki at arbeiða við, nú teir standa við róðrið frá kappingarbyrjan.

KÍ endaðu á einum heldur skuffandi sætta plássi í undanfarna kappingarári, og hava mist vandamikla áleyparan Paul Clapson, ið væntandi fer at spæla fótbólt aðrastaðni í norðurlondum, so tað er av týdningi, at styrkur kemur inn.


Eyðun Klakstein, venjarin hjá KÍ ynskir at liðið fer at standa seg betur í komandi kappingarári, og ikki verður blandað uppí botnstríðið, eins og teir vóru, eitt skyfti í undanfarna ári. - Til tað er KÍ eitt ov stórt felag, og tað eigur ikki at koma fyri, sigur Eyðun.

- Vónirnar eru góðar til komandi kappingarár, og vit arbeiða hart fram móti kappingarbyrjan, til tess at gera hópin kappingarføran til toppin í føroyskum fótbólti, sigur karismatiski og nærlagdi KÍ-venjarin.