Hóast nógv regn í nátt, so hevur náttin hjá teimum, sum hava sovið í tjaldi á Summarfestivalinum samanumtikið verið góð, greiðir Ragnhild Ellingsgaard, samskipari á tjaldingarøkinum, frá.
- Náttin hevur verið fín. Tað vóru fleiri grov æl í nátt, og so byrjaði at regna illa í morgun. Hóast hetta, so hevur regnið ikki elvt til stórvegis trupulleikar á tjaldingarøkinum, sigur hon.
- Tó, so fóru tveir ungir menn heim í bussi í morgun, tí tjaldið og klæðini vóru blivin vát, sigur hon.
- Sólskinssøgan í øllum hesum regninum er, at øll hini teltini standa væl, og fólk eru væl útgjørd til væntaða regnið, leggur hon afturat.
- Okkara kensa er, at fólk hava verið væl fyrireikaði til regnið, og tí hava vit onkar trupulleikar havt, sigur Ragnhild Ellingsgaard.










