Tveir tímar í samfelagsfaki burturav

Hoyr samrøðu við Rigmor Dam, tingkvinnu og framsøgufólk í skúla-og mentamálum.

Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um, at næmingar í 9. flokki skulu hava tveir tímar um vikuna í samfelagsfaki burturav.

 

- Tá lærarin bæði skal røkka samfelagsfaki og søgu teir tveir tímarnar um vikuna, er avmarkað, hvussu víða um tað ber til at fara.

 

Tað sigur Rigmor Dam, sum er framsøgufólk hjá Javnaðarflokkinum í skúla- og mentamálum.

 

Rás2 skifti orð við tingkvinnuna í dag, og samrøðan kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.