Tveir tilburðir í gjár

13 persónar smittaðir í løtuni

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Í báðum førum er talan um persónar, ið koma til Føroyar úr øðrum londum. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 818 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 145.700 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 485 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 472 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 13 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.