Í gjár vórðu tveir bilførarir tiknir fyri at koyra við kenning. Annar varð tikin á hjólum í Kollafirði og hin varð tikin eftir eitt ferðsluóhapp í Havn.
Við rundkoyringina við Vesturkirkjuna rendi ein bilur í gjárkvøldið á eitt ferðsluskelti og tá ið løgreglan kom á staðið, varnaðust tey, at bilførarin var ikki edrúur. Hann er tískil skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Bilurin fekk so mikið at skaða, at hann varð sleipaður burtur og koyrdur á verkstað.
|