Løgreglustøðirnar kring landið lata væl at hvussu fólk hava skikkað sær um vikuskiftið.
Bæði úr Runavík og av Tvøroyri siga teir at har er einki farið fram, sum ikki er í samsvarið við lógina.
Í báðum støðum halda teir, at teir at tað eru eftirvirkningarnir frá Ólavsøkuni, sum geva friðin.
Í Klaksvík hendi heldur ikki tað stóra tíbetur, men hóast tað, so vóru tveir mans tiknir fyri rúsdrekakoyring tíðliga leygarmorgunin.
Tann fyrri varð tikin eftir at hann hevði verið við í einum ferðsluóhappi. Løgreglan hevði illgruna um, at ikki alt var sum tað skuldi, og rætt var.
At løgreglan fekk hendur á tann seinna, var eitt sindur meira av tilvild.
Løgreglan ger nakrar stakroyndir um náttina, og tað var her teir fingu klørnar í ávirkaða bilføraran.