Í gjárkvøldið og í nátt eru tveir bilførarar tiknir í ferðsluni. Á Kaldbaksvegnum varð ein bilførari tikin fyri at koyra eitt sindur yvir loyvdu hámarksferðina og í Suðuroy varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning tíðliga í morgun. Annars kannaði løgreglan ferðsluna í Øravík í gjár, men í hesum umfarinum varð eingin bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt. |