Hóast Ráðið fyri Ferðslutrygd í hesum døgum koyrir eitt átak fyri at steðga rúsdrekkakoyring, so eru tað ikki øll, ið taka boðskapin til sín.
Í nátt steðgaði løgreglan nevniliga tveimum bilførarum, ið hildu tað vera í lagi at koyra bil, hóastl hóast teir vóru ávirkaðir av rúsdrekka.
- Ein bleiv tikin í Havn, meðan hin bleiv tikin millum bygda í Eysturoynni, sigur vakthavandi.
Viðkomandi, ið bleiv tikin í Eysturoynni, varð tó ikki tikin í samband við G! festivalin, ið hevur verið í Syðragøtu um vikuskiftið.
- Hann hevði verið í einum balli aðrastaðni á oynni, tá hann bleiv óklárur við onkran annan gest og rýmdi av staðnum, sigur vakthavandi.