Tveir tiknir fyri harðskap í nátt

Bæði mannfólk og konufólk eru sligin

Tað hevur verið eitt sindur ófriðarligt í nátt og í sambandi hevur løgreglan tikið tveir mans fyri harðskap.

 

Í Suðuroy varð ein kvinna sligin og fekk eitt sindur av skaða og sami maður breyt eisini eitt handilsvindeyga.

Løgreglan veit, hvør maðurin er, og hann verður nú skuldsettur fyri harðskap og herverk

 

Í Havn sótu nevarnir eisini leysir í nátt.

Ein ungur maður hevur sligið bæði eina kvinnu og ein mann. Tey endaðu bæði á skaðastovuni, men enn er ógreitt, hvussu umfatandi skaðarnir eru.

Løgreglan veit eisini hvør tann maðurin er og hann verður nú skuldsettur fyri harðskap í tveimum førum.

Løgreglan er ikki liðug at kanna málið, men tey siga, at nógv vitni eru til hendingina.