Tveir tiknir fyri at koyra fullir í nátt

– og fimm fólk endaðu á Landssjúkrahúsinum eftir ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum.

 

Vakthavandi á Politistøðini í Havn sigur, at eitt ferðsluóhapp var fráboðað klokkan 23.50 í gjárkvøldið, har ein bilur og ein minibussur rendu saman á Kaldbaksvegnum í nógvari toku.

 

Biførarin var einsamallur í bilinum, meðan sjey fólk vóru í minibussinum, og fimm teirra vóru koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar, harímillum tvey børn. Eingin skaði stóðst tó av óhappinum.

 

Annars vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra fullir í nátt, og tveir aðrir vóru tiknir fyri at ganga fullir í býnum, annar klokkan 04.30 við Kongabrúnna, og hin á Skálatrø klokkan fimm.

 

Burtursæð frá hesum hevur einki serligt verið hjá politinum at gjørt í nátt, sigur vakthavandi.