Um vikuskiftið hevur løgreglan tikið tveir bilførarar fyri at koyra við kenning. Annar varð tikin í Havn og hin varð tikin í Klaksvík. Teir vórðu báðir tiknir á hjólum, sum løgreglan sigur. Tað merkir, at teir vórðu tiknir í eftirlitinum hjá løgregluni, og høvdu ikki verið við í nøkrum óhappi. Løgreglan sigur, at teir vóru báðir so mikið ávirkaðir, at teir missa koyrikortið.
Annars hevur verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni. Nógv fólk hevur verið í býnum, men tað hevur regnað illa, so tey hava hildið seg innandura. Tveir tilburðir eru meldaðir um harðskap, men har veit løgreglan í báðum førum, hvør harðskapsmaðurin er, so teir eru skuldsettir. Annar sló eina kvinnu, so at hon meiðslaði seg eitt sindur, og hin sló bæði ein mann og eina kvinnu og tey fóru bæði á skaðastovuna við snuddum.
Í Vágum rýmdi ein bilførari undan einum ferðsluóhappi, eftir at hava rent á ein garð. Men løgreglan hevur síðani funnið bilin og tey halda seg eisini vita, hvør bilførarin var. Løgreglan sigur, at eigarin hevur skyldu at siga, hvør koyrdi bilin og førarin kann í øllum førum vænta sær eina bót.
|