Tveir tiknir eftir vanlukku á Volga

Løgreglan í Russlandi hevur tikið tveir menn í sambandi við vanlukkuna seinasta sunnudag, tá ein ferja við 208 ferðafólkum umborð sakk á ánni Volga. Talan er um stjóran og ein eftirlitsmann í fyritøkuni, sum leigaði skipið út til ferðina, og teir kunnu fáa upp í 10 ára fongsul, verða teir dømdir sekir, skrivar tíðindastovan Itar-Tass.

Tað 70 metrar langa skipið, sum var bygt í 1955, var bygt til 140 ferðafólk, men sambært myndugleikunum vóru alt ov mong fólk við á vanlukkuferðini, og fleiri vóru als ikki skrásett. Harafturat er komið fram, at skipið hevði als ikki tað neyðuga loyvið til at sigla við ferðafólki, og eygnavitni hava greitt frá, at skipið hevði slagsíðu, tá tað fór frá bryggju.

Vanlukkan sunnudagin var uttan fyri býin Kasan, sum er høvuðsbýur í llýðveldinum Tatarstan. Vanlukkan er tann ringasta í Russlandi síðani 1983, tá ein líknandi skipsvanlukka kravdi meiri enn 300 mannalív.