Tveir tættir dystir avgera evsta plássið

Teir báðir dystirnir millum EB/Streym og B71, sum skulu gera av, hvat av liðunum kann kalla seg 1. deildarlið næsta ár, verða spældir sunnudagin og týsdagin

Bara ein hvíludagur verður millum teir báðar dystirnar millum sundalagsmenn og sandoyingar, tá EB/Streymur og B71 skulu gera av, hvat av liðunum næsta ár spælir í 1. deild.
Tann fyrri dysturin verður spældur sunnudagin á Eiði, og tann seinni longu aftur týsdagin á Sandi.
Hetta gjørdi fótbóltssambandið av við lutakasti fyrrapartin í gjár, tá tað eisini bleiv ásett, dómari í fyrra dystinum verður Lassin Isaksen og í seinna dystinum Oddmar Andreasen.
Bæði EB/Streymur og B71 hava ynskt at fingið spurningin um upp- ella niðurflyting avgreiddan sum skjótast, og tað er ein av orsøkunum til, at so tætt verður millum dystirnar báðar. Bara mánadagin fáa spælararnir at hvíla seg í.
Fyrst var talan um at spæla seinna dystin mikudagin, men tá spælir føroyska landsliðið móti Týsklandi, so helst hevði verið trupult at fingið mannað liðini og uppaftur verri at fingið nakrar áskoðarar, so tí verður spælt týsdagin í staðin.

Óvart á sundalagsmenn
At upp- og niðurflytingardystirnir skuldu verða spældir millum júst hesi bæði feløgini, var kanska ikki akkurát tað, tey flestu høvdu væntað.
Serliga mundi tað koma dátt við hjá EB/Streymi, at kappingin als ikki var liðug eftir tey átjan umførini, tí soleiðis sá ikki út tey fyrstu seytjan umførini. Liðið var ongantíð á aftasta plássinum, og frá áttanda umfarinum legði liðið sjógv millum seg og TB og Skála.
Men við einum øgiligum endaspurti - tríggjar sigrar í síðstu fýra dystunum - eydnaðist Skála fyrst at leggja TB aftur um seg, fyri síðani í allarsíðsta umfarinum eisini at taka EB/Streym.
- Eg skal ikki dylja fyri, at tað er øðrvísi, enn vit høvdu ætlað, at vit nú skulu spæla tveir dystir aftrat, eftir at kappingarárið annars er liðugt. Men tá málið hjá okkum var at halda okkum í 1. deild, og vit nú skulu spæla tveir dystir aftrat fyri at røkka tí málinum, so gera vit tað, sigur Trygvi Mortensen, venjari hjá EB/Streymi.
- Lagið hevur verið gott undir venjingini hesa vikuna, so eg haldi at allir eru greiðir yvir, at hetta mugu vit bara taka við. So vit fara eftir at vinna dystirnar, so vit framvegis teljast millum 1. deildarliðini næsta ár.

B71 væntaði Skála
Sandoyingar høvdu hinvegin í eina góða viku vitað av, at teir skuldu spæla hesar báðar dystirnar, eftir at kappingin í 2. deild annars var liðug. Og undan tí hava teir ligið væl fyri at fara við næstfremsta plássinum aftan fyri FS Vágar, ið vann deildina suverent.
Kappingin í næstbestu deildini hevur annars verið rættiliga fløkt, tí ikki fyrr enn móti endanum gjørdist eitt sindur av muni á teimum, ið kundu flyta niður og teimum, ið kundu vinna silvur og rætt til uppflytingardyst.
- Hóast vit høvdu væntað, at vit skuldu spæla móti Skála, so kann tað í grundini gera tað sama, um tað verður EB/Streymur í staðin. Vit vita, at eitt 1. deildarlið eigur at vera væl fyri, og so kann tað gera tað sama, hvussu tað eitur, sigur Eli Hentze, spælandi formaður í B71.
- Eg havi havt varhugan av, at EB/Streymur hevur verið eitt støðugari lið enn Skála, men hinvegin skerst ikki burtur, at Skála hevur víst rættan form síðstu dystirnar.
Hetta er annað árið á rað, at B71 er við í teimum báðum dystunum, ið skulu gera av, hvør fær evsta sessin í 1. deild, men munurin er kortini tann, at í fjør var tað B71, sum tapti og flutti niður. Nú kann liðið vinna og flyta upp.
Tá vóru tað skálamenn, sum í fyrra dystinum á Sandi mestsum avgjørdu alt við einum 4-1 sigri. Vikuna eftir vann B71 1-0 á Skála, men tað munaði ov lítið í samanlagda úrslitinum.
Nú fæst so at síggja, um sandoyingarnir duga betur at spæla seg uppeftir, ella um sundalagsmenn megna at halda fast um sítt pláss í bestu deildini.