Tveir persónar eru skotnir til deyða í býarpartinum Molenbeek í Brússel undan landsdystinum í fótbólti millum Belgia og Svøríki.
Tað upplýsir ákærumyndugleikin sambært tíðindastovuni AFP.
Teir báðir dripnu eru sviar, váttar løgreglan fyri blaðnum HLN sambært svensku tíðindastovuni TT.
Minst annar av persónunum, sum vórðu skotnir, var í svenskari landsliðstroyggju sambært lokala miðlinum Sudinfo La Capitale, sum vísir myndir av økinum.
Umframt tey bæði drápini eru fleiri persónar særdir av álopinum.
Hendingin var á Palce Sainctelette stutt fyri klokkan 19 sambært løgreglukeldum.
Ein maður, í appelsingulum jakka, lat skot av og rópti eftir øllum at døma »allahu akbar«, tá hann steig av skutaranum og skeyt í fleiri ættir.
Tað skal sambært lokala miðlinum verið framt við eini automatiskar riflu.
Miðilin skrivar harumframt, at maðurin síðani flýggja av staðnum á skutaranum.
EM undandysturin byrjaði klokkan 20:45, sum planlagt.
Sambært AFP upplýsti talskvinna fyri ákærumyndugleikan, at ein kanning málinum er nú byrjað, men at enn vita tey einki um motið hjá illgerðarmanninum.
Løgreglan hevur eftir skottilburin sperrað av økið við Molenbeek.
Molenbeek er ein kommuna við nógvum persónum við innflytara-bakgrund, og hon hevur eisini áður verið í miðlunum.
Eitt nú var hon liður í málinum um álopini í París í november í 2015, tá fleiri av illgerðarmonnunum vóru úr hesi kommununi.
/ritzau/












