Tríggir dystir hava verið í CocaCola-kappingini hjá kvinnum í dag. Av tí at U21-landsliðið hjá monnum hevur verið í Grikkalandi og kemur aftur í kvøld, so verða dystirnir hjá monnum spældir týs- og mikukvøldið.
Í høllini á Hálsi í Havn hittust Neistin og VB. Her endaði dysturin við javnleiki 25-25 eftir at hálvleiksstøðan var 13-8 til Neistan. Talan var um eitt rimmar VB-comeback, tí Neistin var í seinna hálvleiki á odda við sjey málum og eisini var á odda 25-21 áðrenn VB fekk seinastu fýra málini í dystinum.
Somuleiðis í høllini á Hálsi spældu Kyndil og Stjørnan. Hendan dystin vann Kyndil greitt 36-22 eftir at hava verið á odda 17-13 í hálvleikinum. Anna A. Brimnes gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum, meðan Mina Sirdal var besti málskjútti hjá Stjørnuni við seks málum.
Triði dysturin var í Vestmanna, har VÍF smurdi Søljuna av 34-8 eftir hálvleiksstøðuna 17-4. Agnas Olsen skeyt níggju mál fyri heimaliðið, meðan Hertha Simonsen skeyt bróðurpartin av málunum hjá gestunum. Hon skeyt fimm mál.