Tveir dystir vórðu spældir í fremstu kvinnudeildini í hondbólti í dag.
Í Havn var VÍF á vitjan, og her gjørdist talan um stórsigur til Neistan. VÍF tapti heldur óvæntað móti StÍF í fyrsta umfarinum, men og tað gjørdist altso lítið frægari móti Neistanum. Neistin leyp upp á 5-1 mest sum alt fyri eitt, og tær sleptu ongan tíð takið um dystin.
Í Vági vitjaði Søljan, og har vann VB stórsigur. Søljan er nýtt lið í bestu kvinnudeildini, og tær fingu her at vita, hvat krevst fyri at standa. Eftir steðgin fekk Søljan bara tvey mál móti sterka heimaliðnum.
Ein dystur varð eisini spældur á Skála í gjár, har Kyndi lvann trygt á StÍF.
StÍF-Kyndil 23-28
VB-Søljan 34-10 (15-8)
Neistin-VÍF 34-21 (21-13)