Tað verður fótbóltur á skránni í Streymnesi og í Gøtu seinnapartin mikudagin 21. mars. FSF boðar frá, at steypadystirnir millum EB/Streym og B71 og millum GÍ og KÍ, sum orsaka av illveðri vórðu avblástir síðsta leygardag, skulu spælast í morgin.
Fyrsta bríkslið í dystinum millum GÍ og KÍ í Gøtu verður klokkan 16, og fyrsta bríkslið í Streymnesi, har B71 fer at vitja EB/Streym, verður klokkan 17.