Tveir spurningar til Høgna Hoydal

Rolf Guttesen

Spurningar til fólkatingsmannin Høgna Hoydal, sitandi í "Den Nordatlantiske Gruppe," um talu nr 320 tann 6. september 2005 í Fólkatinginum. Talan var partur av orðaskiftinum um nýggju fíggjarlógina, sum Thor Petersen, fíggjarráðharri hevði lagt fram, har Høgni Hoydal greiddi frá teim politisku og samfelagsligu problemunum í Føroyum, soleiðis sum hann - og Norðuratlantsbólkurin - sær tey.

1) Hevur Høgni Hoydal sjálvur skriva alla talu nr 320, sum hon er endurgivin á Folkatingsins heimasíðu?
-Um ikki, hvør hevur so?
-Um ikki, hevur Høgni Hoydal ætlanir um at finna sær annan spindoktara at hjálpa sær við taluskrivingini?

2) Hvat meinar Høgni Hoydal við orðingina, at "Det vil svare til, at Grønland havde højhedsretten over hele det nordlige Atlanter-hav med omkringliggende øer for 9 millioner om året."
-Skal Norðuramerika (USA, Canada og Mexiko) roknast sum ein av hesum omkringliggende øer?
-Um Norðuramerika ikki er ein oyggj, men eitt kontinent, skulu vit so longur burtur fyri at finna tað, sum er omkringliggende?

Skriftlig grundgeving:
- Røða nummar 320 hendan dagin var ógvuliga áhugaverd, tí hon kombineraði eitt nú procentrokning og geopolitikk uppá ein heilt nýggjan máta. Logikkurin má vera, at tess minni blokkurin verður, jú lættari verður hjá føroyingum at kanna sær omkringliggende øer, ja kanska kunnu vit undirleggja okkum heil kontinentir uppá tann mátan.
- Nú er vanligt í demokratinum at krevja skjalainnlit. Til dømis hevur í Fólkatinginum verið spurt um, hvør ið hevur skrivað Drotningataluna í Norðurlandahúsinum, ið var hildin 20. juni ella fyri trimum mánaðum síðani (Betri seint enn aldrin). Hon vísti millum annað til nakrar nýggjari lógir, sum løgtingið hevði samtykt. Spurningurin, sum er settur av fólkatingsliminum Høgna Hoydal, vil avklára hvussu nógv procent er skrivað av ávikavist Ríkisumboðnum, Statsministeriinum og av Drotningini sjálvari. Áhugavert! Hesin spurningur skal nokk loysa nøkur átroðkandi politisk og samfelagslig mál í Føroyum, med omkringliggende øer.