Tveir spældu sær av við koyrikortið

Tveir ungir bilførarar koyrdu so skjótt, at teir fingu koyriforboð

Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar ymsastaðni. Millum fjarða varð ein bilførari máldur atkoyra 133 km um tíman. Tað gevur treytaða frádøming av koyrikioritnum. Men tá tað, sum í hesum føri, er ein bilførari, sum hava havt koyrikoyrt í styttri enn tvey ár, so rakar revsingin harðar, so hann fekk koyriforboð.

Tað sama hendi við einum ungum bilførar í Vágum, sum varð máldur at koyra 122 km um tíman. Hann fær treytaða frádøming av koyrikortinum og koyriforboð. Ein annar bilførari í Vágum varð máldur at koyra 109 km um tíman, sum gav honum klipp í koyrikortið.

Løgreglan var eisini út við skúlar í gjár og kannaði ferðslutrygdina. Tað gjørdu tey við Sankta Frans skúla í Havn, og har sá gott út, sigur vaktleiðarin á politistøðin í Havn. Eisini við skúlan á Argjahamri sá gott út, og har varð heldur einki mál skrivað.

Men við skúlan á Strondum var eitt mál skrivað, har eitt barn ikki brúkti trygdarútgerð.

Aftur í morgun er løgreglan út við skúlar og kannar millum annað, um trygdarútgerðin verið nýtt sum hon skal.