Ronni Møller-Iversen spælir ikki longur við KÍ. Tað er Norðlýsið, sum í kvøld ber tíðindini um, at partarnir eru blivnir samdur um at fara hvør til sítt.
24 ára gamli danski vongleikarin kom til KÍ undan hesum kappingarárinum. Hann hevur spælt tilsamans 27 dystir í KÍ-troyggjuni, harav tríggjar nýliga við næstbesta liðnum.
Sambært keldum hjá in.fo, so gevst eisini kroatiski verjuleikarin, Predrag Pocuca, í KÍ. Hann fekk ikki fótin fyri seg í Klaksvík og fer nú heimaftur eftir einans fýra dystir.