Tveir smittutilburðir aftrat í Grønlandi

Grønland, sum higartil er sloppið væl undir korona-farsóttini, hevur nú eftir fáum døgum fingið átta nýggjar smittutilburðir, seks í Ilulissat og tveir í Nuuk.

 

 

Eftir at seks smittutilburðir fyrst í hesi vikuni vórðu staðfestir í Ilulissat, eru tveir nýggir tilburðir nú eisini staðfestir í Nuuk. Tískil hevur Grønland, sum higartil er sloppið rættiliga væl ígjøgnum farsóttina, í løtuni átta nýggjar covid-19 tilburðir.

Grønlendski landslæknin, Henrik L. Hansen, hevur heitt á fólk um at vera sinnilig, tí tað er ikki óvæntað, at Grønland fær nakrar nýggjar tilburðir, nú fólk koma heim til jólar at halda frí. Flestu tilburðirnir eru fólk, sum eru komin úr Danmark.

Umframt tey seks, sum fyrr í vikuni vórðu staðfest smittað í Ilulissat, vórðu tveir nýggir tilburðir eisini staðfestir í Nuuk í gjár. Hetta vóru fólk, sum vórðu endurkannað hin 21. desember eftir heimkomu.

Men, sambært landslæknanum hava hesi yvirhildið sítt sóttarhald, og tískil er vandin ikki so stórur fyri smittuspjaðing. Grønlendsku myndugleikarnir heita á fólk um at vera rólig, til myndugleikarnir hava fingið eina fullgreiða mynd av støðuni.

Landslæknin, Henrik L. Hansen, heldur, at smittustøðan í Ilulissat er undir eftirliti, tí her hevur verið arbeitt við spittusporing, eins og fólk, sum eru staðfest positiv, eftir øllum at døma hava yvirhildið sítt sóttarhald.

Tilsamans hava bert 27 fólk í Grønlandi fingið staðfest covid-19, harav 19 eru vorðin frísk. Tað merkir, at í løtuni eru átta fólk sjúk. Eingin liggur á sjúkrahúsi, og eingin er deyður. Higartil eru 14.901 fólk í Grønlandi kannað fyri covid-19.