Tveir smittaðir næmingar vóru til roynd á Glasi

Leiðslan á Glasi hevur í samráð við landslæknan sett neyðugu tiltøkini í verk

Fyrrapartin í dag fekk leiðslan á Glasi boð um, at har vóru tveir smittutilburðir á Glasi. Hetta váttar Steinbjørn Hardlei, rektari.

 

Talan er um tveir næmingar, sum høvdu verið til roynd í høllini mánadagin, og so høvdu teir eisini veirð á skúlanum týsdagin fyri at taka ein spurning til 24-tíma roynd.

 

– Landslæknin setti seg í samband við okkum og er komin við viðmælum um tey neyðugu tiltøkini, sum skulu setast í verk fyri at minka um smittuvandan, sigur Steinbjørn Hardlei.

 

Tað er millum annað at meta um, hvør hevur havt tætt samband við viðkomandi næmingar, og hesi verða so sett í sóttarhald.

 

– Vit hava eisini kunnað tey, sum vóru í høllini mánadagin 21. mai um at testa seg í morgin, og so aftur sunnudagin, sigur hann.

 

Ætlanin er tó at halda fram við teimum næstu próvtøkunum sum upprunaliga ætlað. Tað meta landslæknin og leiðslan vera ráðiligt.

 

– Talið av próvtøkum er minni nú enn áðrenn, tí ongar skrivligar eru eftir, men nakrar munnligar. Tá eru ikki so nógv fólk inni í senn. So tað burdi ikki verið nakar trupulleiki, um øll fylgja leiðreglunum við at halda reinføri og frástøðu, sigur rektarin.

 

– Nú snýr tað seg um at vera eyka ansin, nú smittan er leys aftur, sigur Steinbjørn Hardlei