Tveir skaddir undan fyrsta bríksli

Ein hjá ÍF og ein hjá Skála vóru undan dystarbyrjan noyddir at geva arboð orsaka av skaðum

Tað var ikki ætlanin, at nýggi ÍF spælarin Jógvan Isaksen skuldi vera millum teir fyrstu ellivu á heimavølli ímóti Skála í dag. Bartal Eliasen og Poul Nolsøe Mikkelsen hava nógvu tær seinastu ferðirnar verið makkarar í miðverjuni.

19 ára gamli Poul Nolsøe Mikkelsen spældi fimtan tey fyrstu umførini á tamb, men í dag sat hann á beinkinum.  Hann var á dómaraseðlinum, men undir upphitingini varð hann skaddur, og so var neyðugt at seta Jógvan Isaksen at loysa Poul Nolsøe Mikkelsen av.

 

Teitur R. Joensen er liðformaður og fastur maður á Skála liðnum. Í ár hevur hann verið á vøllinum alla tíðina, burtursæð frá í 6. umfari, tá ið hann var skaddur. Í dag vónaðu teir, at tað skuldi bera Teiti til at vera vongverji í vinstru, hóast vánirnar ikki vóru nakað serligar.

28 ára gamli liðformaðurin beklaði illa undir venjing í vikuni. Í dag var hann við í upphitingini, men har var einki at gera. Hann noyddist at geva avboð. So loysti Holgar Durhuus av á vinstra vongverja, og Pætur Dam Jacobsen loysti av sum liðformaður.

 

Skála gjørdi tríggjar útskiftingar. Beinanvegin eftir steðgin varð Suni Ernstsson settur at verja málið í staðin fyri Mark Ryutin, sum var skaddur í knænum eftir samanbrest við mótstøðuspælara seint í 1. hálvleiki. Ahmed Keita kom eisini á vøllin beinanvegin eftir steðgin. Talan var um framrættaða útskifting, tí Keita loysti verjukenda sentrala miðvallaran Andras Frederiksberg av. Tá varð Keita fremsti maður, og undir liðini á sær hevði hann Brian Jacobsen høgru megin og Jákup Johansen vinstru megin.

 

Longu í 14. minutti  stútaði Clayton Soares sigursmálið. Tá ið Skála fram ímóti dystarenda spenti álopsbogan, varð álopsspælarin Karstin Justesen settur á vøllin í staðin fyri vongverjan í vinstru Holgar Durhuus.

ÍF skifti tvær ferðir út. Eftir ein tíma loysti Dánjal á Lakjuni Kristoffur Jakobsen av á sentrala framrættaða miðvallarplássinum. Fýra minuttir undan dystarenda avloysti Leivur Joensen, sum oftast hevur verið vongverji í høgru, Ara Ó. Ellingsgaard, sum í dag var framrættaður í høgru.

-Vit vóru nógv betri við eftir steðgin, og tá høvdu vit møguleikar at skora málið, sum kundi borið stig við sær. Hugaligt var at síggja, at Ahmed Keita er góður styrkur, hóast hann ikki enn er í fullgóðari venjing. Hann var eina ferð einsamallur ímóti ÍF málverjanum, men tíverri setti hann bóltin skeivu megin stóplan, sigur Skála miðverjin Petur Pauli Mikkelsen.

 

ÍF venjarin Albert Ellefsen er ovufegin fyri sigurin:

-Talan var um seks stiga dyst. Um vit taptu, so vóru vit í niðurflytingarvanda. At vit vunnu ber við sær, at vit eru við í kappingini um fjórða plássið, staðfestir ÍF venjarin, sum rósar Jógvani Isaksen fyri gott avrik saman við Bartali Eliasen í miðverjuni.

 

ÍF-Skála 1-0 (1-0)

1-0: Clayton Soares 14.

Dómari: Páll Augustinussen

ÍF: Jákup Mikkelsen – Fritleif í Lambanum, Bartal Eliasen, Jógvan Isaksen, Jan Ó. Ellingsgaard – Bogi Reinert Petersen, Høgni Zachariassen – Ari Ó. Ellingsgaard (Leivur Joensen, 86.), Kristoffur Jakobsen (Dánjal á Lakjuni, 61.), Nenad Saric – Clayton Soares

Gult kort: eingin

Skála: Mark Ryutin (Suni Ernstsson, 46.) – Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Holgar Durhuus (Karstin Justesen, 86.) – Jákup Johansen, Andras Frederiksberg (Ahmed Keita, 46.), Pauli G. Hansen, Edvin Jacobsen, Ólavur Mikkelsen – Brian Jacobsen

Gult kort: Pætur Dam Jacobsen