Tveir skúlar í sóknini 100 ár

Hvítusunnudag verður hátíðarhald í Kvívíkar kommunu í samband við, at í ár eru liðin 100 ár síðani at skúlarnir í Leynum og Kvívík vórðu bygdir.

Hátíðarhaldið byrjar við kirkjugongd í Kvívík kl. 12, har Marjun Bæk, prestur, prædikar og Kingo-sangur verður at hoyra.

Framsýning við gomlum myndum og skúlabókum opnar í Kvívíkar skúla kl. 14 og kl. 15 byrjar hugleiðingarløta, har skúlaleiðarin Bjarni Heinesen býður vælkomin, áðrenn Viggo Johannesen fer at greiða frá um viðurskiftini, tá skúlin í Kvívík varð bygdur.

Her fara somuleiðis Katrin Dahl at greiða frá um skúlagongd í 1940-unum og Heidi Petersen hugleiðir um 1960-árini. Skúlabørn og musikkskúlabørn syngja og spæla.

Í Leynum verður tikið ímóti frá kl. 16.30 á skúlaøkinum, har Ova-teltið úr Nólsoy verður sett upp. Í skúlanum verður framsýning av m.a. gomlum myndum. Kl. 17 bjóðar Soffi Egholm saman við skúlabørnum vælkomin til heimabakaðar køkur og kaffi. Aftaná fer Anfinn Setberg at hugleiða, og síðani fer Jens Pauli í Dali at greiða frá skúlasøguna í Leynum, Skæling og á Válinum. Eisini fara Anna Hanusson og Bergtóra Blástein at fortelja um upplivingar frá skúlaárunum í Leynum og á Válinum.

Harumframt verður felagssangur og skúlabørnini fara at syngja. Aftaná hetta verður nátturði.

sb.