Føroyski landsliðshondbóltsspælarin, Rói Berg Hansen, vann tveir dystir upp á tveir dagar við tveimum ymiskum liðnum um vikuskiftið. Ein í Føroyum og ein í Danmark.
Les eisini: Samanumtøka av sigrinum á Grønlandi
Leygardagin var við á føroyska A-landsliðnum, sum vann greiðan sigur á Grønlandi í venjingarlandsdysti í høllini á Hálsi. Føroyar vunnu dystin 37-22. Føroyski vongurin skoraði trý mál.
Hann spælir til dagligt við FIF í Danmark, sum hevði dyst sunnudagin. Tí mátti Rói Berg Hansen við fyrsta flúgvaranum niður sunnumorgunin, so hann kundi spæla við FIF, sum vann 29-23.
Sostatt vann Rói Berg Hansen tveir dystir, uppá tveir dagar við tveimum ymiskum liðnum.