HB og B68 hava nú leikt sínar tríggjar innanhýsis dystir í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.
Allir tríggir dystirnir millum HB og B68 hetta kappingarárið endaðu 1-0. Tvær ferðir vann HB 1-0, og ta einu ferðina vann B68 1-0 á Svangaskarði.
Sostatt bleiv talan um seks stig til HB, og trý stig til B68 í teimum trimum innanhýsis dystunum hetta kappingarárið.
Samlaði málúrtøkan í teimum trimum dystunum er 2-1 til HB.
B68-HB 0-1 (0-1) - 8. apríl.
0-1 Jacob Johansson (9.)
B68-HB 1-0 (1-0) - 28. juni.
1-0 Bartal Páll Klein (27.)
HB-B68 1-0 (1-0) - 18. august.
1-0 Mohamed Samba (11.)
Kelda: Faroesoccer.