Føroyska borðtennislandsliðið vann tveir dystir, og tapti tveir dystir í liðkappingini á oyggjaleikunum.
Føroyska liðið vann 4-3 á Álandi og 6-1 á Grønlandi, men tapti tíverri tepurt 3-4 og 3-4 til Gotland og Minorka.
Tískil gjørdist føroyska liðið nummar trý í bólkinum, aftanfyri Minorka og Gotland, og náddi ikki einum hálvfinaluplássi, men skal spæla um plaseringarnar frá 5 til 9.
Støðan í bólkinum gjørdist hendan :
Gotland 4 4 0 21 7 8 stig
Minorka 4 4 3 1 15 12 7 stig
Føroyar 4 2 2 16 12 6 stig
Áland 4 1 3 10 17 5 stig
Grønland 4 0 4 7 21 4 stig