Føroysku badmintonleikararnir løgdu væl frá landi, tá teir í gjár byrjaðu sína kapping.
Føroyar leiktu tríggjar dystir í gjár, tann fyrsta móti Falklandsoyggjunum, og endaði hann við einum greiðum føroyskum sigri upp á 5-0.
Nakrar tímar seinni, leiktu Føroyar móti Isle of Wight, og eisini her gekk væl, um enn ikki heilt so væl sum í fyrsta dystinum á degnum. Føroyar vunnu báðar einmansleikirnar og báðar tvímansleikirnar sannførandi, 2-0, men taptu blandaða tvímansleikin. Men tá var sigurin longu tryggjaður, og tí endaði dysturin 4-1 til Føroyar.
Seinni í gjárkvøldið kom tó meira spenningur í, og tá var hepnið uppbrúkt hjá føroyingunum.
Føroyar spældu móti Isle of Man, sum vanliga hevur eitt rættiliga sterkt badmintonlið við. Og hesaferð eydnaðist ikki føroyingum at vinna. Dysturin endaði 3-2 til Isle of Man, og tí endaði dagurin hjá badmintonleikarunum ikki so væl sum hann byrjaði, tíverri.
Rannvá D. Carlsson vann sín einmansleik móti Cristen Callow 2-1, og tað gjørdu Niclas Højgaard Eysturoy og Flóvin Skaalum Mikkelsen eisini. Hinar dystirnar taptu føroyingarnir.
Í dag er dysturin móti Gotlandi á skránni, og har er stórur spenningur, tí Gotland tapti nevniliga eisini móti Isle of Man, men meira enn Føroyar gjørdu. Tí liggja Føroyar enn á øðrum plássi og kunnu koma víðari í hálvfinalurnar, har mótstøðuliðið mest sannlíkt verður Guernsey, ið liggur á odda í sínum bólki.
Myndatekstur: Føroysku badmintonleikararnir hava møguleika at spæla seg í hálvfinalurnar í liðkappingini, tá tey spæla móti Gotlandi (Vit biðja lesarar okkara halda okkum til góðar, at vit ikki hava fingið myndir av Bermuda, men tær koma seinni)