Trý føroyingalið vóru í leiki í norskum hondbólti í dag.
Í bestu deildini eydnaðist tað Helga H. Hoydal, Paula Mittún og liðfeløgunum í Kristiansand at vinna 27-24 á Nærbø á heimavølli.
Nærbø var á odda 13-12 í steðginum, men í seinna hálvleiki lá betri hjá heimaliðnum.
Pauli skoraði eitt mál og legði upp til eitt annað mál. Helgi skoraði eitt mál hesaferð. Helgi fekk reytt kort í dystinum í dag.
Kjartan Johansen skoraði eitt mál fyri Bækkelaget, ið leikti javnleik 34-34 móti Halden á heimavølli. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16.
Tá seks minuttir vóru eftir var Bækkelaget á odda 34-31, men teir megnaðu ikki at skora hesar seks minuttirnar, og so eydnaðist Halden at knógva ein javnleik.
Kjartan hevur trupuleikar við økslini, og fær tí ikki skotið sum vanligt.
Kristiansand er nummar fýra í deildini við átta stigum. Bækkelaget er nummar níggju við fimm stigum.
Tróndur skoraði trý mál og Julian skoraði eitt mál í dag.
Komandi sunnudag spælir Kristiansand á útivølli móti Fjellhammer. 2. november spælir Bækkelaget útidyst móti Nærbø.
Í næstbestu deildini eydnaðist tað Tróndi Mikkelsen, Juliani J. Kragesteen og liðfeløgunum í Ryger Stavanger at vinna 32-28 á Herulf Moss á útivølli.
Í fyrra hálvleiki gekk illa í hond hjá Ryger, og í steðginum var Herulf Moss á odda 15-12. Men í seinna hálvleiki var Ryger greitt omaná.
Ryger er nummar seks í deildini við seks stigum.
Fríggjakvøldið spælir Ryger á heimavølli móti Ros, ið liggur næstaftast í deildini við ongum stigi.