Bert tveir seymir frá 400.000 krónum!

Hann var nær við at fáa 400.000 krónur, men fekk 12.500. - Tað er meira, enn eg havi givið fyri gekkarnar, segði maðurin, sum ringdi úr Fuglafirði.

Tað var Jákup Oluf Breiðaskarð í Fuglafirði, sum fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld.

 

Hann helt fyri, at hann einaferð í byrjanini av gekka-tíðini hevði fingið fulla plátu og kundi ringja inn.

 

- Men, tá ringdi eg skeivt telefonnummar, legði hann aftat.

 

Jensina Olsen, sum var vertur í gekka-spælinum í kvøld, helt fyri, at hesaferð hevði hann í hvussu er ringt rætt telefonnummar og var sloppin ígjøgnum. - So, nú koyrir tað, helt hon fyri.

 

Høvuðsvinningurin í kvøld var á 400.000 krónur, og nú ber ikki til at deila upphæddina longur. - Tað er ein farin tíð, segði Jensina Olsen. 

 

Men, tað órógvaði ikki Jákup Oluf Breiðaskarð, ið sum fuglfirðingur valdi litin hjá ÍF, hin reyða leypin til tær 400.000 krónurnar. 

 

- So, koyra vit allar pengarnar í tann reyða leypin.... um teir passa í har, segði Jensina Olsen.

 

Bæði í fyrstu og aðru royndini steðgaði gekka-hjólið á 15.000 krónum, men Jákup Oluf Breiðaskarð valdi at royna triðja og seinasta møguleikan eisini. - Skulu vit ikki bara royna einaferð aftrat? helt hann fyri.

 

Í triðju og seinastu royndini var um reppið, at fuglfirðingurin skeyt papageykin, men tíverri streym hjólið tveir seymir fram við reyða leypinum og steðgaði á 12.500 krónum.

 

- Tað er meira, enn eg gav fyri gekkarnar. Eg hevði tveir gekkar í spælinum í kvøld, segði ein blíður og fryntligur Jákup Oluf Breiðaskarð, sum í kvøld gjørdist hetta upplivilsið - og 12.500 krónur - ríkari.