Tveir seyðir yvirkoyrdir

Løgreglan hevur eisini kannað prutl í Vágum

Hetta er tíðin, tá ið nógv smálomb eru at síggja og tað krevur serligt varsemi í ferðsluni. Men í gjár varð eitt smálamb yvirkoyrt á Eiði, og tað meiðslaðist so illa, at bilførarin noyddist at avlíva tað.

Í Kollafirði varð ein ær yvirkoyrd, hon doyði ikki, men helt haltandi avstað. Løgreglan sigur, at ætlanin er at geva eigaranum boð, so at hann kann hava eyguni eftir henni.

Løgreglan hevur eisini verið í Vágum við tí endamáli at kanna prutl, og í hesum sambandi fáa tveir prutleigarar bót fyri at hava latið prutlið upp í hendurnar á ungdómi undir 15 ár, og sum sostatt ikki hava koyrikort.