Tveir royndarvenja við B36

Rógvi Baldvinsson og Kenneth Monsen, sum seinastu mánaðirnar hava spælt við Ålgard í triðbestu norsku deildini, royndarvenja við B36 hesa vikuna

Tað sigur Sámal Ímundarsson, formaður í B36.
Rógvi Baldvinsson er 21 ára gamal verjuleikari. Hann hevur verið partur av føroyska U21-landsliðnum, umframt at hann var við í landsliðshópinum hjá Brian Kerr í vetur.
Kenneth Monson er 21 ára gamal miðvallari. Hann hevur áður spælt við Bryne í næstbestu deildini, umframt Ålgard.
- Vit kenna Rógva Baldvinsson, men vita lítið og einki um Kenneth Monsen. Teir venja við næstu dagarnar, og síðan taka venjararnir støðu til, um teir kunnu gagna liðnum. Vit fáa at síggja, sigur Sámal Ímundarsson.