Tað hevur í dag verið øgiligur dramatikkur í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið.
Seinnapartin vunnu Suðringar 2-1 á heimavølli ímóti favorittunum í KÍ.
Sum vera man er tað stórur fagnaður í Suðuroy. Hetta er fyrsta ferðin í ár, at Suðringar hava skorað tvey mál, og hetta er fyrsta ferðin í ár, at teir hava skorað mál á annan hátt enn við brotssparki.
Í fjør vann NSÍ steypafinaluna. Nú er tað greitt, at NSÍ verður ikki steypavinnari í ár. Argjamenn hava í kvøld við Løkin í Runavík vunnið 1-0 ímóti stórfavorittunum NSÍ.
Einsamalla málið skoraði seytjan ára gamli Bartal Petersen tveir minuttir undan steðginum.
B36 og HB vunnu favorittsigrar í ávikavíst Fuglafirði og á Toftum. B36 vann 3-0 og HB 4-0.
EB/Streymur vann 3-0 favorittsigur í Gundadali ímóti Undrið FF, og á Sandi vann B71 4-0 ímóti Giza Hoyvík.
Fyrsta bríksl á Skála, har 07 Vestur vitjar, var klokkan 18. Eftir fyrra hálvleik var støðan málleysur javnleikur.
ÍF - B36 0-3 (0-3)
NSÍ - AB 0-1 (0-0)
B68 - HB 0-4 (0-3)
Undrið FF - EB/Streymur 0-3 (0-2)
B71 - G iza Hoyvík 4-0 (1-0)
Suðringar - KÍ 2-1 (1-1)
Skála - 07 Vestur (0-0)