Tveir nýggir vinnarar

Annað umfar í Ódnartøkum varð í Runavík í gjár.

Annað umfar í Ódnartøkum var í Runavík í gjár og 18 bátar møttu til kappingina. Hetta er eitt vet færri, enn til fyrsta umfar, sum var í Havn flaggdagin. Millum annað vóru tveir av vinnandi bátunum úr Havnnini ikki við, Drekin Reyði og Páll Fangi.

 

Onkrir nýggjir bátar vóru tó við, so sum Sundabáturin í 6-mannafør kvinnur, Hulda í 5-mannafør gentur, Tjaldur í 5-mannafør dreingir, Spógvin í 5 mannafør kvinnur og  Heiðabáturin, ið tekur stríðið upp móti Argjabátinum.

 

Kappingin er skipa soleiðis, at hóast sami bátur vinnur tey bæði fyrstu ódnartøkini, so er einki avgjørt fyrr enn síðsta umfar. Tískil kunnu genturnar umborð á Firvaldi ikki gleðast heilt enn. Tær vunnu í Runavík, eins og í Havn, men enn er einki avnørt. Tó so, bæði Jallurin og Drekin, ið nú hava eitt 2. pláss og eitt 3. pláss hvør, liggja trý stig aftanfyri Firvald, so illa skal veita við, um genturnar har suðuri frá ikki vinna ársins útgávu av Ódnartøkum fyri 5. mannafør gentur.

 

Í 6-mannaførum við monnunn varð nýggjur vinnari funnin, við tað, at vinnarin í Havn, Páll Fangi ikki tók lut í kappingini í Runavík. Í hansara stað varnn Gongurálvur, sum endaði nummar tvey seinastu kapping, meðan Rádni, ið endaði javnur við Gongurálv seinast, aftur endaði nummar tvey.

 

Hjá 5-mannaførum kvinnum gjørdist raðfylgjan júst hin sama sum í Havn. Erla Kongsdóttir vann, Teistin nummar tvey og Jallurin nummar trý.

 

Og í tungvektaraflokkinum, 10 mannaførum, varð eisini ein nýggjur vinnari funnin. Drekin Reyði møtti ikki upp, og í hansara fráveru vann Havnabaturin, meðan Ormurin Langi gjørdist nummar tvey.

 

Sísðta umfar verður á bátafestivalinum í Vestmanna 16. mai.