Tveir nýggir tilburðir í Nuuk

Tað gongur illa við at fáa bilbukt við smittuspjaðingina í samband við flogvallarbygging í Nuuk.

 

 

Mánakvøldið hevði Grønland aftur tveir nýggjar tilburðir við covid-19, og enn einaferð var talan um fólk við tilknýti til Munck Gruppen, sum byggja flogvøll í Nuuk. Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, er ovfarin av, at tað er so trupult at fáa bilbukt við smittuna millum starvsfólk hjá entreprenørfelagnum. 

 

- Leiðreglurnar, sum eru settar í verk, áttu at havt steðgað smittuspjaðingini, men tað hava tær so ikki gjørt, sigur landslæknin við Sermitsiaq. Hann vísir á, at fleiri tiltøk eru sett í verk, bæði á arbeiðsplássinum, og har arbeiðsfólkið býr. 

 

Tá byggingini av flogvøllinum steðgaði í nakrar dagar eftir smittuútbrot, vórðu ymiskar leiðreglur settar í verk fyri arbeiðsplássið, eitt nú við frástøðu, reinhaldi, og at fólk arbeiddu saman í bólkum. Eisini vóru reglur um, at arbeiðsfólk ikki skuldu ferðast inn og út av økinum.

 

- Vit høvdu væntað, at avmarkingarnar kundu setast úr aftur gildi hesa vikuna. Men, tað kunnu tær ikki nú, tí tað er framvegis smittuspjaðing millum arbeiðsfólkið. Vit fara at kanna viðurskiftini nú, soleiðis at vit kunnu tryggja, at smitta ikki spjaðir seg út um økið, sigur Henrik L. Hansen.

 

Seinasta fríggjadag skuldu øll, sum hava tilknýti til smittuútbrotið, endurkannast fyri at tryggja, at smittuspjaðingin er steðgað, men við nýggju tilburðunum í gjár er tíðarætlanin broytt. 

 

Sambært Sermitsiaq vil landslæknin ikki upplýsa, at fólk møguliga hava brotið skerpaðu reglurnar, sum eru galdandi fyri arbeiðsfólkið á byggiplássinum. Henrik L. Hansen sigur við Sermitsiaq, at tað er løgreglan, sum kannar, um brot eru framd á tær reglur, sum eru galdandi fyri økið.

 

Sambært grønlendsku hagtølunum er í løtuni fýra fólk smittað við covid-19 í Grønlandi. Samlaða talið av smittaðum í Grønlandi, síðan farsóttin tók seg upp, er 44, og higartil eru 40 fólk vorðin frísk aftur, og eingin er innlagdur á sjúkrahús.