Tveir nýggir serlæknar verða settir

Sjúkrahúsverkið hevur fingið tilsøgn um tveir nýggjar serlæknar

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur givið sjúkrahúsverkinum fíggjarliga tilsøgn til tveir nýggjar serlæknar – ein eygnalækna og ein lungnalækna.

 

Heilsumálaráðið sigur, at tørvurin á serlæknum er stórur, og tess fleiri tað eydnast at seta, umframt at pengar verða brúktir til konsulentar, tess skjótari kann málið um viðgerðartrygd á øllum økjum røkkast.

 

Pengarnir til nýggju serlæknarnar skulu takast av serligu fíggjarlógarjáttanini til serlæknar og serútbúgvin heilsustarvsfólk, sum seinastu árini hevur verið 3,2 milliónir krónur árliga.

 

Eydnast tað at seta nýggju serlæknarnar, verða tilsamans fýra eygnalæknar og tveir lungnalæknar í føroyska sjúkrahúsverkinum. 

 

Umframt fíggjarligu tilsøgnina til nýggju serlæknastørvini hevur landsstýrismaðurin eisini givið tilsøgn til, at ein partur av játtanini í ár kann nýtast til konsulentar at minka um bíðilistarnar.

 

– Eg fegnist um, at tað støðugt legst afturat við serlæknum í føroyska heilsuverkinum. Vit hava góð samstørv við útlendsk heilsuverk, men eg vil tó framhaldandi arbeiða fyri, at vit fáa fleiri serlæknar settar í Føroyum, soleiðis at vit í minni mun noyðast at senda sjúklingar uttanlands til viðgerðar. Hetta er ein betri loysn fyri sjúklingarnar, og avlastar harumframt læknarnar, sum longu eru í føroyska heilsuverkinum. Eisini er uppstigan av serlæknaøkjunum týdningarmikil fyri, at vit kunnu røkka okkara málum um viðgerðartrygd, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.