Tveir nýggir á landsliðnum

Tveir spælarar eru úttiknir til landsliðið fyri fyrstu ferð

Lars Olsen hevur úttikin 23 mans til landsdystin  móti Grikkalandi 13. juni á Tórsvølli. Fýra broytingar eru í hópinum til dystin hesaferð. Í mun til teir 19 spælararnir, sum vóru við í Rumenia, so eru 23 spælarar úttiknir hesaferð.

 

Les eisini: Lars úttikið helmingin

 

Tveir nýggir spælarar eru í hópinum. Teir eru Høgni Eysturroy úr B36 og Árni Frederiksberg úr NSÍ. Umframt teir, so eru Hallur Hansson og Fróði Benjaminsen við aftur. Hallur eftir leikbann og Fróði eftir at hann gav avboð seinast.

 

Annars er hópurin tann sami sum móti Rumenia. Andreas Lava Olsen hevur fingið afturval, eftir at hann skoraði hattrik móti NSÍ í gjár.

 

Hesir eru teir 23:

Málmenn:

Gunnar Nielsen, Stjarnan (Ísland)

Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn

Tórður Thomsen, B36 Tórshavn

 

Verjuspælarar:

Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)

Atli Gregersen, Víkingur

Sonni Ragnar Nattestad, Vejle BK (Danmark)

Odmar Færø, B36 Tórshavn

Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn

Høgni Eysturoy, B36 Tórshavn

Gilli Sørensen, AaB Ålborg (Danmark)

 

Miðvallarar:

Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn

Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík

Róaldur Jakobsen, B36 Tórshavn

Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger FK (Noreg)

Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager (Danmark)

Brandur H. Olsen, FC København (Danmark)

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Hallur Hansson, Vendsyssel

Árni Frederiksberg, NSÍ Runavík

Rene S. Joensen, HB Tórshavn

 

Áleyparar:

Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík

Andreas Lava Olsen, Víkingur

Jóan Símun Edmundsson, Vejle BK (Danmark)