Hesum boðar Glasir næmingum frá í dag.
Á skúlanum eru sambært leiðsluni neyðugu stigini tilkin til at tryggja, at øll, sum hava verið í sambandi við hesar báðar næmingarnar, eru heima. Øll tey, sum onkusvegna kunnu setast í samband við hesar næmingar, eru kunnað um støðuna.
– Við teimum tiltøkum, sum vit hava tikið her á Glasi, metir landslæknin avgjørt at bundið er um heilan fingur í hesi støðu. Landslæknin metir tað vera ósannlíkt, at vandi er fyri, at smittan hevur spjatt seg víðari. Vit fylgja støðuni neyvt og kunna, um broytingar eru í støðuni, sigur leiðslan í fráboðan til næmingarnar.