Fyrsti skúladagur
Mánadagin var ein stórur dagur í lívinum hjá 748 børnum í Føroyum. Hetta var teirra fyrsti skúladagur og tað er ein varði av teimum heilt stóru í lívinum.
Men stórur munur er á skúlunum. Í sjónvarpinum vitjaðu tey í Hoyvíkar skúla, har yvir 70 børn byrjaðu í 1. flokki.
Í hinum endanum á skalanum er lítli bygdarskúlin í Sandvík. Har byrjaðu bara tveir drongir í 1. flokki.
Men Eyðfinnur og Tórður vóru akkurát líka spentir sum øll hini børnini, tá ið teir hildu leiðina niðan í skúlan við spildurnýggjari tasku á bakinum og í nýggjari, bundnari troyggju, sum vanligt er har um leiðir.
Fyrsta dagin í skúlanum hendi kortini ikki nakað serligt. Lærarin beyð teimum vælkomnum og vístu teimum runt á skúlanum.
Tey fingu tímatalvuna og eina músamáttu frá Kræftens Bekæmpelse.
Men teir eu báðir samdir um, at tað besta var, at teir sluppu at spæla við teldu eina løtu ímeðan hini tosaðu.
Men tá ið teir skuldu í skúla í gjár, var tað álvari. Tá fingu teir onkrar bøkur og sluppu eisini at royna seg við smávegis lesing og skriving, men ikki varð lagt hart út kortini og fríkorterini vóru í longra lagi fyri at samansjóða børnini í skúlanum.
Skúlabørn í Sandvík hava eina umskiftiliga tilveru tí tey ganga í ikki færri enn trimum skúlunum, áðrenn tey standa við 10. floks prógvinum í hondini.
Sandvíkar skúli er ein tann minsti í landinum. Í løtuni ganga bara sjey børn í skúla. Børnini ganga í skúla í Sandvbík í fimm ár, so fara tey í skúlan í grannabygdini, Hvalba har tey ganga til og við 9. flokk og 10. flokk taka tey so á Tvøroyri.
Skúlin í Sandvík hevur havt ringar umstøður, men hann er nú bygdur út og hevur fingið tvær skúlastovur afturat, so nú eru umstøðurnar munandi betri.