Fótbóltur
Á Toftum vilja tey ikki lata standa til, nú felagið aftur er í vanda fyri at missa nýafturvunna sessin í bestu mansdeildini. Seinasta vikuskiftið stóð greitt, at Hendrik Rubeksen verður leigaður úr HB restina av kappingarárinum, og nú leggjast so tveir brasiliumenn afturat hópinum.
Annar av hesum Anderson er ikki ókunnugur á Toftum. Hann kom til felagið fyri tveimum árum síðani, og tá var sera nær við, at hann gjørdist maðurin, sum bjargaði tilveruni hjá B68 í fremstu røð.
Og vandamikli áleyparin hevur eisini eldra beiggja sín við sær. Hesin eitur Alex, og ger vanliga um seg á framrættaða miðvøllinum, so á Toftum vóna tey, at tey við nýggja styrkinum hava fingið eina framrættaða trio, sum kann skjóta felagið longur upp á formula-talvuni.










