Tveir nýggir venjarar

Fótbóltur: Tveir nýggir venjarar eru settir til yngru landsliðini

Fótbóltssambandið hevur sett tveir nýggjar venjarar til yngru landsliðini. Talan er um Mattias Davidsen, sum skal hava ábyrgdina av U-16 landsliðnum og William ella Bill Jacobsen, sum skal hava ábyrgdina av U-15 landsliðnum.

Í fjør var Páll Guðlaugsson venjari hjá U-18 landsliðnum og Jógvan Martin Olsen venjari hjá U-16 landsliðnum.

Fótbóltssambandið vil hava samband millum øll landsliðini. Hetta halda teir seg vera betur førar fyri, tá hjálparvenjarin hjá Allani Simonsen verður venjari hjá U-18 liðnum, at venjarin hjá U-16 liðnum verður hjálparvenjari hjá U18 liðnum, og at venjarin hjá U-15 liðnum verður hjálparvenjari hjá U-16 liðnum.

Jógvan Martin Olsen skal hava høvuðsábyrgdina fyri samstarvinum um yngru landsliðini.

U-18 landsliðið skal taka lut í EM undankaping, U-16 liðið skal taka lut í NM kapping og EM undankapping, og U 15 liðið skal taka lut í altjóða kapping í Aberdeen.