Tveir nýggir spælarar til B36

Darius Magdisauskas og Maciej Maryniak skulu styrkja um B36 liðið, sum ikki hevur fingið tey bestu úrslitini í seinastuni

Stefan í Skorini


Nýggju spælararnir eru báðir útlendingar, men eru ikki heilt ókunnigir við føroyskan fótbólt. 31 ára gamli Darius Magdisauskas er frá Litavia og hevur leikt við FS Vágum í fyrru hálvu, har hann hevur spælt í verjuni. Maciej Maryniak er 28 ára gamal og spælir í álopinum. Hann frá Póllandi og hevur fyrr leikt við ÍF, tá ið Piotr Krakowski var venjari har. Sviin Håkan Lundholm, sum hevur leikt í álopinum, síðan John Petersen fór, verður verandi í B36. Hann skeyt tvey av málunum suðuri á Sandi í 5-2 sigrinum móti B71, har hinir báðir nýggju spælararnir eisini sluppu at royna seg.

Tað hevur ikki gingist serliga væl hjá B36, síðan John Petersen fór til Leiftur, og bara tveir sigrar eru komnir til høldar eftir hansara fráferð. Nú hevur felagið fingið tveir nýggjar spælarar til at styrkja sær um hópin, og ætlanin er uttan iva at gera seg galdandi í stríðnum um meistaraheitið. Eisini liggja tveir dystir ímóti danska superliga felagnum AB fyri framman.

B36 hevur í løtuni 18 stig saman við B68, trý stig eru upp til VB og fimm til HB. Fyrsti dysturin eftir summarsteðgin verður 5. august á heimavølli móti B68.