Tveir nýggir sáttmálar á Skála

Heðin Klakstein heldur fram á Skála, og felagið hevur eisini gjørt sáttmála við ein annan fyrrverandi KÍ-ara, nevniliga Jóhan Waag Høgnesen.

Skála boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmálar við Heðin Klakstein og Jóhan Waag Høgnesen.

27 ára gamli Heðin Klakstein er uppaldur í KÍ, men hevur seinastu tvey kappingarárini spælt við Skála, har tað er blivið til seks mál í 55 dystum.

Jóhan Waag Høgnesen er 21 ára gamal og hevur umframt eitt tíðarskeið í danska SønderjyskE eisini spælt við KÍ, har hann einamest hevur verið á næstbesta- og U21-liðnum.

Sáttmálarnir hjá teimum eru galdandi fyri kappingarárið 2020.

- Vit fegnast um at Heðin heldur áfram á Skála, og bjóða Jóhan vælkomnum undir Mýruhjalla, skrivar Skála á facebook í kvøld.