Helgi Fossádal og Jenis av Rana hava í dag fingið riddarakrossin frá hennara hátign, Margretu, drotning.
Seinnapartin í dag vóru teir báðir boðnir umborð á Dannebrog, har drotningin handaði teimum heiðursteknið.
Helgi Fossádal er fyrrverandi bankastjóri og stjóri á Listasavni Føroya. Hann tók stig til at stovna Fossbankan í 1986 og var stjóri til bankin fór av knóranum í 1993. Hann var eisini stjóri á Listasavni Føroya frá 2003 til 2010.
Jenis av Rana hevur verið kommunulækni í Havn síðani 1995. Hann varð valdur á ting á fyrsta sinni í 1994 og hevur sitið á løgtingi, umboðandi Miðflokkin, síðani. Saman við øðrum stovnaði hann Miðflokkin í 1992. Hann var býráðslimur í Havn frá 1993 til 1996.