Settir eru tveir nýggir millumleiðarar í føroyska politistaliðnum. Tað eru politistarnir Kristjan Martin Joensen og Kristian Dahl. Teirra starvsheiti er nú varapolitikommiserar.
Kristjan Martin Joensen er 43 ára gamal. Hann byrjaði sum politistur í 1983, og starvaðist sum politistur í Danmark, til hann kom til Føroya í 1988. Seinastu tíðina hevur hann røkt starvið sum sýslumaður í Runavík. Hesum virksemi heldur hann fyribils fram við, sigur fútin í tíðindaskrivi.
Kristian Dahl er 37 ára gamal. Hann byrjaði sum politistur í 1988. Fyri tað mesta hevur hann starvast í Havn, undantikið eitt ár, har hann hevur verið politistur á Tvøroyri. Kristian Dahl skal fyribils røkja starvið sum vaktleiðari á politistøðini í Havn.
Aðrar broytingar
Fyrrverandi sýslumaðurin, Kári Thorsteinsson, byrjar aftur í politinum tann 1. november í ár. Hann hevur eitt skifti verið í farloyvið, og harafturat hevur hann virkað sum skrivari hjá Kommunuskipan Føroya.
Kári Thorsteinsson hevur havt ymisk leiðarastørv innan løgregluna. Seinast sum sýslumaður í Runavík frá 1993 ? 2001. Nú hann byrjar aftur, verður tað sum dagligur leiðari á Avgreiðsludeildini á politistøðini í Havn. Hansara starvsheiti er nú politikommiserur.