BankNordik hevur nú sett tveir nýggjar leiðarar á vinnuøkinum, Bjarne Jørgensen og Niels Juel Arge. Bjarne Jørgensen er settur nýggjur leiðari fyri Vinnudeildina og Niels Juel Arge fyri Corporate Finance deildina.
Bjarne Jørgensen, sum er 51 ára gamal, hevur nógv ár á baki í bankanum. Seinastu mongu árini hevur Bjarne starvast á Vinnudeildini innan útlán og kreditt, og hann var varaleiðari, nú hann tók við starvinum sum leiðari.
Bjarne Jørgensen hevur útbúgving í bankayrkinum og týðandi eftirútbúgvingar á økinum.
Bjarne Jørgensen tók við starvinum 15. mars.
Niels Juel Arge er 45 ára gamal og hevur starvast í BankNordik seinastu fýra árini, av hesum trý ár innan Corporate Finance.
Niels Juel Arge er útbúgvin cand.merc.aud og bankaatstøðingur og hevur leiðsluroyndir frá privata og almenna geiranum og umsitingini. Niels Juel Arge tók við starvinum 1. mai.