Hóskvøldið í farnu viku hevði KÍ ársaðalfund. Á skránni var millum annað nevndarval, og har var longu greitt, at tvey nýggj andlit skuldu finnast. Karl Johansen og Heri Ellingsgaard hava báðir verið partur av nevndini í fleiri ár, men hvørgin teirra ynskti at taka við afturvali.
Fyri teir báðar vórðu Karl Birgir Isaksen og Nichels Lützen valdur í nevndini. Karl Birgir ? sum annars hevur verið formaður í fótbóltsdeildini hjá KÍ ? er nú næstformaður, og Nichels er skrivari í nevndini.