Barnaansing
Runavík:
Runavíkar Kommuna ger nakað við bansaansingina. Langi bíðilistin skal styttast munandi, og tað skal gerast við tveimum barnagørðum, sum verða klárir komandi ár.
Við Toftavatn er farið undir at grava út fyri einum nýggjum barnagarði, sum ætlandi skal hýsa 90-100 børnum, meðan skúlin í Lamba við eini lítlari tilbygging skal gerast útibarnagarður, har eini 20-30 børn fara at ganga.
Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavík, sigur, at nýggi barnagarðurin við Toftavatn væntandi verður liðugur seint í 2002. Hvør endaligi kostnaðurin fyri barnagarðin verður, vil Rodmundur Nielsen ikki siga nakað um enn.
?Tað er iki komið so langt enn, sigur hann, hóast útgrevsturin er í gongd. Enn er ikki alt arbeiðið boðið út.
Hinvegin veit hann at siga, at útibarnagarðurin í Lamba fer at kosta umleið 500.00 - 600.000 krónur.
Talan er um at byggja ein tilbygning upp í skúlan í Lamba, sum síðan skal brúkast til útibarnagarð, har eini 20-30 børn fara at halda til. Hesin barnagarðurin skal eftir ætlan vera klárur at taka í brúk tíðliga í komandi ári, sigur borgarstjórin.
Rodmundur Nielsen metir Lamba at vera eitt satt Paradís, sum neyvan fæst betri til júst hetta endamálið.
?Væl kann tað vera, at tað liggur eitt sindur avsíðis, um vit hugsa um fólk, sum búgva í Runavík. Men Í Runavíkar Kommunu er í grundini alt avsíðis, heldur borgarstjórin og sipar har við til, at kommuna røkkur heilt innan av Skipanesi til Æðuvíkar.
Hesir báðir barnagarðarnir, sum nú koma afturat í Runavíkar Kommunu, skuldu farið at hjálpt reiðiliga væl upp á tørvin, sum er. Í dag eru umleið 70 børn á bíðilista, meðan hesi bæði tilboðini fara at hýsa stórthundrað børnum.