Páll Petersen hevur boðað frá, at hann er í farloyvi frá 18. august í ár. Í býráðið fyri Páll Petersen kemur næsti maður á listanum, sum er Steen Juul Pedersen.
Eisini Jan Christiansen er í farloyvi. Hansara farloyvi byrjaði 22. august. Næsti maður á listanum er Jákup Jacobsen, og hann tekur sætið hjá Jan Christiansen í býráðnum.
Hesi bæði farloyvini vórðu fráboðað býráðnum hóskvøldið, tá býráðsfundur var. Á hesum fundi varð eisini 3. og 4. viðgerð av ársfíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu. Í sambandi yvirtøku av barnaansingarøkinum verða nakrar broytingar gjørdar.