Tveir nýggir aðalstjórar

Nú eru starvið sum aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum og starvið sum aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, sett.

Ì hesum sambandi hevur løgmaður í dag sett Bjarna Askham Bjarnason í starv sum aðalstjóra í Fíggjarmálaráðnum og Bjørgfríð Ludvig sum aðalstjóra í Vinnumálaráðnum.

Bjarni Askham Bjarnason er 45 ára gamal og útbúgvin cand.merc.

Bjarni Askham Bjarnason hevur verið stjóri í Vodafone í 11 ár. Undan hesum hevur hann verið fulltrúi á búskapardeildini í landsstýrinum, og síðani hevur hann verið deildarstjóri í Vinnumálaráðnum. Hann er í løtuni nevndarformaður í Atlantsflog, KT-felagnum og Green Steam. Áður hevur hann verið nevndarformaður í pf. Vágatunlinum.

Bjørgfríð Ludvig er 45 ára gomul, og er útbúgvin cand.scient.adm.

Bjørgfríð Ludvig hevur seinastu seks árini virkað sum miðfyrisitingarstjóri hjá Tórshavnar kommunu. Undan hesum hevur hon verið fulltrúi á Løgmansskrivstovuni, fulltrúi á Lønardeildini, serfrøðingur í menningardeildini í Føroya Sparikassa, umframt, at hon í nøkur ár var fyrisitari í Vinnuhúsinum.